top of page
  • White YouTube Icon
  • White Facebook Icon
  • Instagram
Search

Kom á teknmálskafé á Torradøgum


Leygardagin 22. februar verður teknmálskafé í aulini á Skúlatrøð frá kl. 11-15.


Skráin

Kl. 11:00-11:30

Teknmálskaféin letur upp, og borgarstjórin í Klaksvík, Karl H. Johansen, heldur røðu.

Kl. 11:00-15:00

Fiskibrunnur og postarenning til børn byrjar.

Kl. 11:00-15:00

Katina opin, selur vafflur og drekka.

Kl. 11:00-15:00

Tónleikur – Absalon spælir og Unn syngur

Kl. 12:00-13:00

Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teira lívi umborð á skipi og um Bláubók í samband við niðursetta hoyrn.

Kl. 13:00-14:00

Pallborðsfundur: „Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjómenn, hvat siga altjóða reglurnar?“

Kl. 14:30-15:00

Teknmálstulkar greiða frá arbeiði sínum.

Kl. 15:00

Teknmálskafféin letur aftur.


Verkætlan

Í løtuni skrivar Meifríð eina verkætlan saman við Castberggard (Deyvaháskúli í Danmark), Danske Døve Landsforbund og CEAR (Deyvateater í Svøríki). Verkætlanin er um, at styrkja vitan um teknmál, og kanna um teknmál er veksandi ella minkandi í Svøríki, Danmark og Føroyum.


Í tí sambandi verður teknmálskaféin tikin upp á film og ein journalistur fer at gera samrøður við ymisk fólk. Um tit eru nøkur, sum ikki ynkja at verða spurd og filmað, kunnu tit geva journalistinum boð.


Í kanningini verða øll sjálvandi anonym, og video-upptøkur verða beinar burtur seinni.

 
 
 

Comments


Teknmál logo-04.png

ÍVF TEKNMÁL 

Kráargøta 36

700 Klaksvík

teknmal@teknmal.fo

V-tal 656526

Fylg okkum á youtube, facebook ella instagram
  • YouTube
  • Facebook
  • Instagram

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page